Gamlaárskvøld 2017
Gamlaárskvøld á Hotel Føroyum við útsýni yvir Tórshavn og fýrverki á midnátt

Vit byrja kvøldið kl. 19.30 við vælkomudrykki, áðrenn farið verður upp í nýggjársskrýddu matstovuna. Saman við útsýninum yvir Tórshavn bjóða vit eina matskrá við 5 rættum.

Kl. 23.45 verður farið út á tekjuna, har vit bjóða brúsandi vín, meðan vit skjóta tað nýggja árið inn og njóta fýrverkið yvir Tórshavn.

Eftir midnátt verður farið inn aftur í hitan, har borðreitt verður við kaffi og kransakøku í matstovuni.
Kl. 00.30 letur barrin upp.

Okkara gistandi gestum bjóða vit ein góðan morgunmat nýggjársmorgun við útsýni yvir Tórshavn.

Matskrá

Forrættur: Ræstkjøtakonfit
Millumrættur: Pastinakksúpan og ravioli
Høvuðsrættur: Tornedos rossini, Karl Johan svampar, gásalivur og glace
Omaná: Hindberjaísur og morengs

Ostur og portvín

Drykkjuvørur aftur við matinum
Vín, øl og kaffi

Barr eftir midnátt
ikki íroknað prísinum

1350 kr. fyri hvønn

Íroknað gisting í dupultkamari við morgunmati 1.750 kr. fyri hvønn.

Møguleikar

Bólkabílegging verður nýtt, tá fleiri ynskja at bíleggja saman, men at gjalda hvør sær.
Tey, sum eru í bólkinum, koma so vítt møguligt at sita saman.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk