Náttúrurenning við Kerjar 2017
Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum -
Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 18.november kl. 13:00.
Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.
Byrjað verður við upphiting á parkeringsøkinum uttan fyri Hotel Føroyar. Síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km, 5,5 km og 10,5 km. Tilskila við tilmeldan, um tú luttekur í Vetrarkappingini. Sí yvirlit yvir rutur á www.hvirlan.fo

Tá komið er á mál, fæst heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:

1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við sjálvtøkuborið
í GRAS og morgunmati
2. Gávukort frá The TARV
3. Gávukort frá No12
4. 2 gávukort frá Intersport til renniskógvar
5. Gávukort frá Niels L. Arge á Kogabrúnni
6. Tjógv
7. Ein spann við Kemilux vørum
Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.

Tilmelding fer fram her á síðuni og gjaldast skal on-line. Tilmeldingin er galdandi, tá goldið er. 

Meldar tú teg til innan 5. november, fært tú renniblusuna.
Viðmerk stødd á renniblusu.

Tað ber eisini til at melda til á sjálvum degnum
frá kl. 12:00, men tá fæst renniblusan ikki.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Náttúruenning í Kerjum, vaksin
Náttúrurenning í Kerjum, børn
Vetrarkapping, vaksin
Vetrarkapping, børn
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:



Luttakarar

Náttúruenning í Kerjum, vaksin
Andreas Andreasen Hallur Onghamar Meiken Olsen
Ari av Rana Jóhan Jacobsen Ruth Boetius
Beinta Vilhelmsen Jónvør Andreassen Siri Niclassen
Diana Jacobsen Marin Mikkelsen Tóra Holm Jacobsen
Elinborg Danielsen Marita Brynhildardóttir Torben Nielsen


Vetrarkapping, vaksin
Adelaid Kirke Elisabeth Rasmussen Petur Vitalis
Beinta Hilduberg Hilmar Høgenni Sigrun Kallsoy Kristiansen
Birna Mohr Joensen Jóannes Ortind Sverri Eriksen
Elisabeth Larsen Páll Højgaard Vesturbú

Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk