Nýggjárskonsert og døgurði
06. januar 2018

Gerð nýggjárskonsertina til eina enn størri uppliving.

Kom til ábit á Hotel Føroyum í sambandi við konsertina og seinni um kvøldið kanst tú njóta eitt frálíkt sjálvtøkuborð aftaná konsertina saman við tónleikaligum innsløgum frá Føroya Symfoniorkestri.

Fullfíggja upplivingina við at gista á Hotel Føroyum við góðum morgunmati dagin eftir.

Skráin er henda:

Nýggjárskonsert – í Norðurlandahúsinum kl. 15.00 ella 19.00

Ábit á Hotel Føroyum kl. 17.45.
Bussur er til og frá Hotel Føroyum og Norðurlandahúsinum

Døgurði – Eftir nýggjarárskonsertina bjóðar Hotel Føroyar leskiligt sjálvtøkuborð saman við undirhaldi og tónleikaligum innsløgum.

Gisting í dupultkamari við morgunmati

Gisting í dupult kamari er kr. 2.950,- fyri tvey fólk
Gisting í einkult kamari er kr. 1.850,-

Íroknað í prísinum er ábit, atgongumerki til Nýggjárskonsertina, flutningur til/frá Hotel Føroyum, sjálvtøkuborð á Hotel Føroyum og gisting á Hotel Føroyum.

Pakki 1:
Ábit áðrenn ella aftaná konsertina, veitsla um kvøldið og gisting á dupultkamari við morgunmati.

Kostnaður fyri kamarið: kr. 2.950,- (fyri tvey fólk)

Pakki 2:
Ábit áðrenn ella aftaná konsertina, veitsla um kvøldið og gisting í einkult kamari við morgunmati.

Kostnaður kr. 1.850,-



Møguleikar

Bólkabílegging verður nýtt, tá fleiri ynskja at bíleggja saman, men at gjalda hvør sær.
Tey, sum eru í bólkinum, koma so vítt møguligt at sita saman.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Dupult kamar - 2 fólk
Einkult kamar - 1 fólk
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk