Páskalamb á Hotel Føroyum
Njót páskadøgurðan saman við tínum kæru á hotellinum við besta útsýninum í landinum.

Klassiski páskadøgurðin er uttan iva lambskjøt. Moyrt, saftugt og vælsmakkandi. Á hotel Føroyum verður klassiski døgurðarætturin latin upp í hendurnar á kønu kokkunum har, so tú til fulnar (og uttan fyriklæði) kanst tú njóta samveruna við familjuna og tíni kæru afturvið fantastiska panoramaútsýninum yvir Havnina.

Skírisdag, langa fríggjadag, páskadag og 2. páskadag borðreiðir Hotel Føroyar við eini leskiligari páskamatskrá við trimum rættum.

Forrættur
Dampaður toskanakki á reyðum spískáli, bulgur og dildfiskasoði

Høvuðsrættur
Lamsbógvur við grønmeti av grillini, rómaeplum og timiansós

Omaná
Flógv sjokulátakøka við vaniljuísi og berjasós
Kaffi/té er íroknað

Kostnaður kr. 365,- fyri hvønn

Børn undir 12 ár kr. 100,-
Børn undir 4 ár ókeypis

Møguleikar
Tiltakið er útselt

Bólkabílegging verður nýtt, tá fleiri ynskja at bíleggja saman, men at gjalda hvør sær.
Tey, sum eru í bólkinum, koma so vítt møguligt at sita saman.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Vaksin
Børn undir 12 ár
Børn undir 4 ár -ókeypis
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk