Winemaker's Dinner á Fútastovu
Fríggjakvøldið 26. apríl fáa vit hábærsliga vitjan úr Suðurfraklandi! Meira nágreiniliga, úr viðurkenda víngarðinum Gerard Bertrand.

Í 1992 setti Gerard Bertrand sær fyri, at hann vildi hækka støðið á vínmarknaðinum í Suðurfraklandi, og vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at hetta hevur eydnast honum framúr væl. Í dag finst vín frá Gerard Bertrand í vínskráum hjá matstovum við trýfaldaðum Michelinstjørnum.

26. apríl hevur tú møguleika at royna 9 sløg av víni frá Gerard Bertrand. Matskráin, sum vit borðreiða við hetta kvøldið, er ikki minni forkunnug – heili 6 rættir, sum fagna Suðurfranskari matlist.

Kostnaður: 1300 kr.
Luttakaratal
Eg ynski at gjalda fyri hetta luttakaratal
Viðmerking
Um tú hevur eini boð ella viðmerking til okkum, vinaliga skriva til okkara her:
Innkeypskurv

Kurvin er tóm

Onnur tiltøk